ÍÐKA er eitt fitnesscentur við nógvum hentleikum. Vit bjóða bæði venjing í okkara gym og eisini ymiskar funktionellar liðvenjingar. Vit hava góðar og rúmligar venjingarumstøður, nýmótanst venjingarútgerð, holdsal og ein spinningsal.
Vit leggja áherðslu á tætt samstarv, bæði við íðkara, venjara og fysioterapeutarnar, á FYSIOklinikk, sum eisini eru til taks.
ÍÐKA - UMSTØÐUR & HØLIR
ÍÐKA - tí tú elskar tín kropp!
MORGUN
Tímin til tín, ið tímur at venja áðrenn øll hini. Morgun er ein liðtími við eini góðari kokteyl av styrki, úthaldni og ymiskum samansetingum/sløgum av venjingum.
KB WOD
WOD stendur fyri Workout Of the Day, tvs. dagsins venjing. Til KB WOD brúka vit fyrst og fremst kettlebell sum amboð. Vit bjóða kroppinum av við ymiskum rørslum, ið bæði styrkja og betra um úthaldni.
SPINNING
Spinning er góð konditiónsvenjing á støðuføstum súkklum. Sum luttakari fylgir tú einum venjara ígjøgnum eina røð av sprintum, brekkum og fløtum teinum við ymiskari mótstøðu og ymiskum tempo. Hendan intensiva low impact venjingin samantvinnar cardio við vøddabygging, spinning bjóðar eitt stuttligt og orkuríkt umhvørvi við góðum tónleiki og kann tillagast til øll venjingarstig.
WOD
WOD stendur fyri Workout Of the Day, tvs. dagsins venjing. Tí er sera ymiskt hvat er á skránni, men, sum altíð, er tað stuttligt og tað
vert at koma til venjing. Vit venja uppá tíð, sirkulvenjing, ladder, amrap, emom osfr. alt eftir hvør venjari er.
Legg tær í geyma at allar venjingar og rørslur kunnu tillagast í longd, endurtøkum og vektum.
WOD+
WOD+ tímin kemur skjótt á okkara tímatalvu.
GYM
Hetta er tímin har tú fært persónliga vegleiðing og undirvísing at brúka maskinur og leysar vektir. Venjarin hjálpir tær at kenna teg tryggari í gym umhvørvinum. Tímin er sera góður fyri nýbyrjarar.
AÐRIR TÍMAR
Vit hava alskyns tímar, sum hava navn eftir nær á degnum teir eru. 10'arin, 2'arin og 4'arin. Hetta eru alt WOD tímar, við dagsins venjing alt eftir hvør er venjari.
Spyr enduliga
